Læknaviðtalan í Miðlon

Tá læknaviðtalan í Miðlon læt upp í 2012, sum tann einasta heilt nýggja læknaviðtala í Føroyum í longri tíð, var eitt ynski frá viðtaluni um at fáa eina heimasíðu.

Vit fóru undir at menna hesa heimasíðu, í tøttum samstarvi við viðtalustarvsfólkið.

Dentur var lagdur á:

  • Borgarin skuldi hava lætta atgongd til upplýsingar, so sum hvør starvast í viðtaluni, upplatingartíðir, nær viðtalan er stongd vegna feriu ella skeið. Kunning um nær og hvørjir vikarar/hjálparlæknar eru til arbeiðis.
  • Borgarin skuldi hava møguleika at samskifta við viðtaluna, biðja um tíðir, endurnýggja reseptir o.a.
  • Frá viðtalusíðuni skuldi verða lætt viðlíkahald, skuldi verða møguligt hjá viðtalustarvsfólkinum at leggja tíðindir á heimasíðuna. Leggja ymsar vegleiðingar ella kunningartilfar inn á síðuna.
  • Samskifti yvir portalin skuldi koma ístaðin fyri samskifti yvir teldupost, sum var sera tíðarkrevjandi hjá viðtalustarvsfólkunum. T.d. langir teldupostar ella nógv samskifti aftur og fram. Harafturat var tað ein trygdartrupulleiki við samskifti yvir teldupost.
  • Skipanin skuldi verða trygg fyri borgaran. 

Kunning um verkætlan

  • Kundi | Læknaviðtalan í Miðlon
  • Dagf. | 2/15/2013
  • Slag | Heimasíður
  • URL | www.laknarmidlon.fo

Deil hetta