Læknahúsið í Gundadali

Læknahúsið í Gundadali hevði eitt ynski um eina nútímans heimasíðu við møguleika fyri samskifti. Vit høvdu royndir innan hetta, og tey ynsktu eina líknandi loysn.

Munurin millum okkara fyrrverandi loysn og hesa var, at læknahúsið í Gundadali eru 4 sjálvstøðugar eindir, og hædd skuldi takast fyri hesum í menningararbeiðinum við møguleika fyri ymsum login við avmarkaðari atgongd til undirsíður, sum vóru knýttar at eindunum.

Dentur var lagdur á:

  • Borgarin skuldi hava lætta atgongd til upplýsingar, so sum hvør starvast í viðtaluni, upplatingartíðir, nær viðtalan er stongd vegna feriu ella skeið. Kunning um nær og hvørjir vikarar/hjálparlæknar eru til arbeiðis.
  • Borgarin skuldi hava møguleika at samskifta við viðtaluna, biðja um tíðir, endurnýggja reseptir o.a.
  • Frá viðtalusíðuni skuldi verða lætt viðlíkahald, skuldi verða møguligt hjá viðtalustarvsfólkinum at leggja tíðindir á heimasíðuni. Leggja ymsar vegleiðingar ella kunningartilfar inn á síðuna.
  • Samskifti yvir portalin skuldi koma ístaðin fyri samskifti yvir teldupost, sum var sera tíðarkrevjandi hjá viðtalustarvsfólkunum. T.d. langir teldupostar ella nógv samskifti aftur og fram. Harafturat var tað ein trygdartrupulleiki við samskifti yvir teldupost.
  • Skipanin skuldi verða trygg fyri borgaran. 

Kunning um verkætlan

  • Kundi | Læknahúsið í Gundadali
  • Dagf. | 6/15/2014
  • Slag | Heimasíður
  • URL | laknargundadalur.fo

Deil hetta