Forlagið Ungu Føroyar

Ungu Føroyar hevði eitt ynski um eina nútímans heimasíðu. Heimasíðan skuldi kunna vísa virksemi hjá forlagnum. Bæði hava yvirlit yvir útgávur forlagsins og samstundis virka sum ein portalur, har forlagið kundi útgeva ummæli av egnum og øðrum bókum og greinar, sum eru viðkomadi fyri bókmentir og bókmentafrøði. 

Umframt hetta hevði forlagið avgjørt at bókin Hugtøk í bókmentafrøði skuldi liggja á heimasíðuni. Tað skuldi vera lætt at leita í bókini og finna tey røttu hugtøkini. Eisini skuldi tað verða møguligt at leggja nýggj leitiorð upp so hvørt sum tey løgdust afturat. 

Dentur varð lagdur á at:

  • Heimasíðan skuldi verða einføld, so brúkarin skjótt fann tað hann leitaði eftir
  • Nýggjasta tilfarið á síðuni skuldi vera sjónligt á forsíðuni
  • Heimasíðan skuldi vera løtt hjá forlagnum at umsita, t.d. at dagføra bókayvirlitið og at leggja nýggjar greinar út. 

Forlagið hevði frammanundan eina aðra heimasíðu við einum øðrum domeni, so ein partur av uppgávuni var eisini at fáa beint brúkarar av gomlu heimasíðuni inn á nýggju heimasíðuna. 

Kunning um verkætlan


Deil hetta